Danski Tjóðbankin væntar, at danskir bankar fara at missa nógvan pening í ár. Bankin hevur mett um støðuna hjá 14 teimum størstu bankunum, og niðurstøðan er, at tapið verður umleið tríggjar ferðir størri í ár enn í 2009.
Eftir metingini fara bankarnir at missa 1,5 prosent av teimum samlaðu útlánunum í ár ímóti 0,52 prosentum í fjør. Børsen skrivar, at eftir hesum verður tapið hjá bankunum millum 50 og 70 milliardir krónur í 2010.
Torsten Bech, greinari hjá LD Markets, sigur við Børsen, at tað verður avgerandi fyri úrslitið hjá tí einstaka bankanum, hvussu hansara útlán eru sett saman.