2013 hevur eisini verið merkt av sorg

- Mítt nýggjársynski er, at tað skal ganga øllum enn betri í 2014, enn tað gjørdi í 2013, sigur Jóhan Christiansen.

 

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Árið 2013 var eitt gott ár í nógvar mátar. Mær varð vístur tann heiður, at eg bleiv afturvaldur sum borgarstjóri. Eitt sera spennandi og gevandi arbeidi. Men, tað slepst ikki uttan um, at árið eisini var merkt av sorg, tá pápi andaðist, einast 62 ára gamal eftir stutta sjúkralegu. Nú, aftur fyri bert fáum døgum síðan hendi syrgilig vanlukka í Oyndarfirdi. Eg vil vísa teimum, sum mist hava, okkara djúpastu samkenslu.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Ja, eg keypi nakað av fýrverki. Um tað liggur fyri, og veðrið er til tað, plagi eg at fara ein lítlan harutúr, men tað lá tíverri ikki fyri í ár. Mamma hevur føðingardag í dag, so systur mín og eg við familju plaga saman við mammu at halda ein lítlan føðingardag um dagin. 

Jóhan Christiansen sigur, at umleið klokkan 18 plaga tey at møtast við onkrum góðum vinum og eta ein betri bita saman.

- Síðan hava vit nógv tey seinastu árini verið úti á Høvdarvirkinum í Leirvík. Teir hava eitt frálíkt tiltak har, sum byrjar klokkan 19 við tí tiltiknari høvdasúpan. Klokkan 20 verður flottasta og størsta fýrverk her í kommununi skotið uttan fyri Høvdarvirkid. Tad plaga at vera fleiri hundrað fólk til tiltakið. Eg haldi tad vera sera flott av teimum, at teir bjóða øllum, sum hava hug til hetta tiltak. Tad skal Eirikur hava stóra takk fyri.

Hann sigur, at í ár verður kyndlagongd og felagsbál í Leirvík. Tad ivist eg í, um tad hevur verið áður. So, sjálvandi fari eg saman við familjuni at ganga kyndlagongd gjøgnum bygdina.

- Klokkan 24 verður felagsbál og fýrverk á havnalagnum í Leirvík, har vit sjálvandi eisini verða vid. Í ár hava privatpersónar í Leirvík tikið seg saman og skipa fyri hesum felags tiltøkum. Tað skulu tey hava stórt rós fyri. Umleið klokkan 01 letur bydarhúsið upp, og øll eru vælkomin til felagssang. Tað plagar at vera sera stuttligt og hugnaligt.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg havi ongantíð givið nýggjarslyfti, og tað fari eg heldur ikki at gera í ár.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Mítt nýggjársynski er, at tað skal ganga øllum enn betri í 2014, enn tað gjørdi í 2013.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Eg eri altíð jaligur, so eg meti útlitini fyri 2014 vera góð, sigur Jóhan Christiansen, sum ynskir øllum eitt gott nýggjár.