Í gjár var fjórða Visjónstorgi hildið, og hesaferð stóð millum annað psykiatriska økið á breddanum. Tað er ongin loyna, at støðan á psykiatriska økinum hevur verið undir alt lágmark. Men seinastu tíðina hava batar verið at sæð, millum annað eru øðrvísi viðgerðarhættir, sambýli komin og tey sjúku verða sett í arbeiði.
Hetta eru framstig, ongin ivi um tað, men tað broytir ikki ta sannroynd, at støðan framvegis er langt frá at vera góð.
Arbeiða í smáum
Strategibólkurin fyri psykiatriska økið setti sum høvuðsvisjón, at vit í 2015 hava fingið eina nøktandi og vælvirkandi heildarpsykiatri í Føroyum. Hetta krevur, at sjúkrahúspsykiatriin, økispsykiatriin og sosialpsykiatriin verða samskipað og partarnir hvør sær verða útbygdir við nøktandi tilboðum.
Men Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og krevur tað tí, at smærri málsetningar verða settir, og so hvørt vit røkka teimum, arbeiða vit víðari móti nýggjum og hægri málsetningum, soleiðis at vit í 2015 hava fingið góða heildarpsykiatri í Føroyum.
Ongin fastbúgvandi á deplinum
Betri rættartrygd. Burturbeining av stigmatisering. Gagnnýtsla av kunningartøkni og lættari atgongd. Innan fyri hesar høvuðspartarnar verða mál og ætlanir lagdar fyri økini, sum skulu røkkast áðrenn 2015.
Ein partur av tí er dagføring og høvuðsumvæling av Psykiatriska deplinum, soleiðis at hann kann lúka krøvini um góðan sjúkrahússtandard. Eisini er málið, at ongin fastbúgvandi sjúklingur skal verða á Psykiatriska deplinum, tí sum Tórmóð Stórá eisini vísti á, so ber illa til at hava eina visjón um eina reduktión.
Sum áður nevnt, so eru viðgerðarhættirnir vorðnir fleiri seinastu árini, men strategibólkurin eftirlýsir, at vit fáa eitt breitt viðgerartilboð, sum í størri mun verður ambulant. Og tá sagt verður breitt viðgerartilboð, verður eisini hugsað um viðgerartilboð fyri avvarandi. Eisini skal ein barna- og ungdómspsykiatrisk deild verða stovnsett, samstundis sum eitt Gerontopsykiastriskt (viðgerðir til eldri fólk) toymi kemur upp at standa.
Bústaðartørvurin hjá teimum sálarsjúku skal nøktast. Tørvurin hjá teimum sálarsjúku er so ógvuliga ymiskur, og tí er neyðugt við ymiskum bústaðartilboðum. Her tosa vit um einstaklingaíbúðir, har starvsfólk er knýtt at, og eisini íbúðir har uttan starvsfólkatilknýti. Eisini eiga vit at skipa ein landsstovn fyri eldri, sum ikki verða mett at kunna verða egnað til at búgva í vanligum røktarheimum eitt sokallað Gerontopsykiatriskt búpláss.
Brúkararáð og stuðulsmiðstøðir
Sum eitt tað síðsta bólkurin segði var, at teir vildu hava eitt brúkararáð, sum skuldi umboða alt landið, og sum skal arbeiða við teimum yvirskipaðu trupulleikunum, og annars hjálpa til at menna og útbyggja tilboð um alt landið. Eisini skulu vit hava nakrar stuðulsmiðstøðir runt í landinum, har endamálið er at samskipa tey tilboð, sum eru til sálarsjúk í økinum.
Aðrastaðni á síðuni síggja mál og ætlanir hjá strategibólkinum, fyri psykiatriøkið í síni heild.