2015 - eitt nærleikans ár

- Mítt ynski er, at 2015 verður eitt nærleikans ár, har vit seta prís uppá tað, vit hava heldur enn tað, vit ynskja okkum, sigur Brandur Sandoy.

Brandur Sandoy, løgtingsmaður og borgarstjóri heldur, at 2014 hevur verið eitt gott ár við nógvum avbjóðingum, serliga á politiska víðvøllinum.

 

- Eg minnist best túrin, eg var undir Føroyum við línuskipinum Sandshavinum. At síggja, hvussu raskir og ágrýtnir teir ungu menninir umborð eru, styrkir teg í trúnni á, at land okkara hevur eina bjarta framtíð fyri stavn.

 

Hann sigur, at størsta persónliga upplivingin var í august, tá hann slapp at vísa yngsta soninum, hvussu fantastiska góður stemningurin er á Anfield Road, tá Liverpool vinnur.

 

- Vit høvdu tríggjar ótrúligar dagar í Liverpool og sóu flestu vitjunarverdu støðini, bæði í fótbólts- og tónleikahøpi. Avgjørt nakað sum kann viðmælast.

 

Brandur Sandoy vísir á, at tá tú ert í politikki, ert tú sum oftast fyri skotum.

 

- Hetta skal man eisini kunna taka. Hinvegin gerst ágangurin til tíðir persónligur, og tað er nakað sum ongantíð loysir seg at taka við sær tvørtur um ársskiftið.

 

Men, hvørji ynski hevur løgtingsmaðurin og borgarstjórin so fyri 2015?

 

- Mítt ynski er, at 2015 verður eitt nærleikans ár, eitt ár, har vit í størri mun enn nú seta prís uppá tað, sum vit hava heldur enn tað, sum vit ynskja okkum, sigur Brandur Sandoy.