2016 verður eyðmerkt av nýskipanum og yvirtøkum

Samgongan hevur stórar ætlanir fyri 2016.

Nýskipanir hevur í mong ár verið tað stóra gandaorðið í føroyskum politikki. Eitt hvørt mál, ið bara krevur eitt sindur út yvir tað vanliga, verður skjótt doypt fyri eina nýskipan. Serliga eru tað fiskivinnunýskipan og pensjónsnýskipanin, ið hevur fylt nógv seinastu árini, men hóast nógv hevur verið tosað um tað, so er enn einki uppskot komi fyri tingi at taka støðu til.


Men um nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, fær sín vilja, so kunnu føroyingar vænta tríggjar stórar pensjónnýskipanir í 2016.


Á tíðindafundinum í morgun, har broytingarnar til fíggjarlógina í 2016 vórðu lagdar fram, segði landsstýriskvinnan, at samgongan er samd um, at nýggja menningarætlanin hjá heilsuverkinum skal leggjast fyri tingi á vári 2016, fiskivinnunýskipanin á ólavsøku 2016 og pensjónsnýskipanin á heysti 2016.


Harumframt segði hon, at samgongan arbeiðir við, at stjórnarskipanin skal leggjast út til fólkaatkvøðu í 2017.  


Samgongan hevur eisini sett sær sum mál at arbeiða við fleiri yvirtøkum í 2016. Fyrst og fremst ynskir samgongan at yvirtaka útlendingamál, men eisini verður arbeitt við at yvirtaka persóns, familju og arvarætt. Harumframt upplýsti landsstýriskvinnan, at samgongan eisini hevur sett sær fyri at kanna, um tað ber til at yvirtaka loftrúmið í 2016.