2020 verður eitt sera spennandi ár

- Tað besta er sjálvandi, at familjan hevur tað gott, og at øll hava góða heilsu, sigur hotelstjórin, Pætur Trónd Thomsen.

 

Pætur Trónd Thomsen er hotelstjóri hjá Smyril Line, og vit hava sett honum nakrar spurningar um jólini.

Keypir tú jólagávur?

- Ja! Familjan sjálvandi og gubbabørnini fáa- og nøkur vinfólk eisini.

Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu vera jólini hildin?

- Jólini verða hildin heima á Argjum og í Havn saman við familjuni. Mostir mín fyllir tollaksmessudag og omma mín jólaaftan. So, har er altíð føðingardagshald um kvøldið 23. desember og fyrrapart 24. desember.

Pætur Trónd Thomsen sigur, at í ár savnast familjan hjá syskinabarninum jólaftan, og har verður dunna og gás við øllum tilhoyri.

- Jóladag fara vit til Kirkjubøar í kirku til jólagudstænastu, sum altíð er ein heilt serlig løta. Eftir kirkjugongdina er kirkjukaffi á garðinum saman við presti. Síðan fer øll familjan, sum telur fýra ættarlið, til borðs í Roykstovuni, har vit fáa ræst kjøt og súpan og rísalamande omaná. Húskið á garðinum eru fantastisk vertsfólk, og vit hava eina avbera góða løtu saman øll familjan.

Hann sigur, at 2. jólakvøld verður hildið saman við vinfólki.

Hvat er tað besta sum er hent í 2019?

- Tað besta er sjálvandi, at familjan hevur tað gott, og at øll hava góða heilsu. Nógv er hent í farna ári. Vit fluttu í nýtt heim á Argjum, dótturin tók sini fyrstu fet; hon veksur, er glað og er byrjað at práta.

Pætur Trónd Thomsen vísir á, at familjan hevur verið og ferðast á Gran Kanaria, Danmark, Reykavík og seinast í París í desember. Á arbeiðssíðuni gongur væl. Fyritøkan er vaksin, og nýggja hotellið hjá okkum byrjar at taka skap. Vit síggja fram til eitt sera spennandi 2020.

Hvat er tað keðiligista?

- Einki keðiligt av týdningi er hent í árinum, og eg plagi nokso skjótt at gloyma negativar hendingar og leggja tær afturum. Familjan og heilsan hava tað gott.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini eru ein heilt serlig tíð. Hetta er størsta hátíðin á árinum. Familjan savnast, grundarsteinarnir í kristnu trúgv okkara verða hátíðarhildnir, og vit minnast Jesu føðing. Hetta er ein tíð, har vit hava hugnaløtur saman við teimum nærmastu og ein tíð, har vit minnast at geva og vísa næstrakærleika.

Pætur Trónd Thomsen vísir á, at hetta eisini er tíðin, har stytsti dagur á árinum er.

- Vit fara at halda nýggjár, og tað byrjar at ganga móti ljósari tíðum. So, fyri meg og okkum heima hava jólini ein serligan týdning og tað, sum betýðir allar mest, er samveran við familjuni, sigur hann.