Vilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur, at teir eru væl nøgdir við úrslitið. Ikki minst tí at tað eru rættiliga mong fólk umframt smærri og størri virki, sum hava sett pengar í felagið. Eisini er tað at fegnast um, at talan er um fólk alla staðni í Føroyum.
Atlants Kolvetni er partur av oljusamtakinum The Faroese Partnership saman við Amerada Hess, Norsk Hyrdo, Dong og Lasmo. Felagið luttekur virkið í teimum fyrireikingum, sum verða gjørdar undan 1. útbjóðing. Stjórin í felagnum luttekur á fundum í teimum ymsu arbeiðsbólk-unum, sum hava við Føroyaøkið at gera - á jøvnum føti við umboðini úr hinum feløgunum.
Vilhelm Petersen sigur annars, at teirra íkast til bólkin eru serstøku føroysku viðurskiftini, sum greinarnar 10 og 11 í Kolvetnislógini fevna um. Her er talan um, at vørur og tænastur skulu um føroyskan keikant og annars um luttøkuna hjá føroyingum í arbeiðinum, tá oljuvirksemi tekur seg upp.