21 deyð av bumbu í Afghanistan

17 sivilfólk, teirra millum fleiri børn, og fýra løgreglumenn eru deyð í einari bumbuspreinging í afghanska landspartinum Uruzgan Løgreglan á staðnum sigur, at atsóknin var ætlað einum løgreglubili, sum stóð við eitt marknaðartorg, men at tey flestu, sum doyðu ella vórðu særd, eru børn.

Afghanska løgreglan heldur, at tað vóru limir í Taliban, sum skipaðu fyri atsóknini.

Eygleiðarar siga, at Taliban søkir ofta at løgregluni fyri at vísa, hvussu veikir landsins myndugleikar veruliga eru.