Føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini spældu øll fyrsta dystin í hesum kappingarárinum í kvøld.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði heili 11 mál, og var toppskjútti hjá Hallby, og besti leikarin á vøllinum, tá liðið hjá Róa, Hallby á heimavølli tapti 27-34 fyri Skövde, ið var á odda 14-12 í steðginum. Rói var eisini noteraður fyri einum uppleggi til mál.
Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona vunnu á heimavølli 30-26 á Guif. Í steðginum var Karlskrona á odda 17-15.
Tróndur var við seks málum toppskjútti hjá Karlskrona í kvøld. Eisini Tróndur var noteraður fyri einum uppleggi til mál.
Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof taptu á heimavølli tepurt 32-34 fyri AMO á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Ísak var saman við Truls Grøtta næstbesti málskjúttin hjá Sävehof í kvøld. Teir skutu fýra mál hvør. Eisini Ísak legði upp til eitt mál í kvøld.
Sostatt skutu føroyingarnir í bestu svensku hondbóltsdeildini samanlagt 21 mál í kvøld. Tað boðar frá góðum.