21 kvinnur og 28 børn hava gist á Kreppumiðstøðini

Hósdagin 16. mars 2000 hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund í KFUM. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Edna Jørgensen, forkvinna, Kristina Ferjá, næstforkvinna, Henrid Johansen, kassameistari, Katrin Gudmundsdóttir Isfeld og Finngerð Fríðriksdóttir. Eykalimir eru Meinhild Geyti og Ása Holm Jacobsen. Í nevndini fyri Kvinnuhúsgrunnin sita Turið Debes Hentze, forkvinna, Brynhild Danielsen og Solveig Debess. Eykalimir er Ása Ellefsen. Grannskoðari og varðagrannskoðari eru ávikavist Sonja Klein og Gunnvá Haldansen.

Í 1999 hava 39 kvinnur arbeitt sum sjálvbodnar. Tær hava arbeitt í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og í ráðgevingini. Felagið hevur limafund einaferð um mánaðin. Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er fjølbroytt og vit hava brúk fyri fleiri vaktum. Hevur tú hug til hettar arbeiði, set teg í samband við okkum á tlf. 317200 og hoyr meira.

Kvinnuhúsfelagið rekur Kvinnuhúsið/kreppumiðstøðina, har kvinnur kunnu fáa ráðgeving og vegleiðing. Møguleiki er hjá kvinnum at gista á Kreppumiðstøðini, saman við børnum teirra, í styttri tíðarskeið.

Aftur í 1999 kunnu vit staðfesta tørvin á Kvinnuhúsinum. 21 kvinnur og 28 børn hava gist á Kreppumiðstøðini í tilsamans 1.626 gistingardøgn. Aldurin á kvinnunum var millum 18 og 49 ár. Børnini vóru millum 0 og 16 ár. Kvinnurnar siga, at orsøkin til harðskapin er partvís uppvøkstur, øvund, undirlutakenslur, misnýtsla og ymisk mentan. Í 1999 hava 540 áheitanir verið til Kvinnuhúsið. Áheitanirnar hava verið úr 24 ymiskum kommunum. Kvinnuhúsið hevur frá byrjan í 1990 haft áheitanir frá 38 kommunum.

Framtíðarynski okkara er, at betra umstøðurnar hjá mongu børnunum ið gista á Kreppumiðstøðini. Hettar krevur, at eitt starvsfólk er sett til børnini burturav. Somuleiðis gjalda kvinnurnar fyri at gista á Kreppumiðstøðini, ynskiligt hevði verið, um hettar var ókeypis, tí kvinnurnar hava sínar føstu útreiðslur aftrat gjaldinum fyri gisting.

Vit takka øllum, sum á ymiskan hátt hava stuðla arbeiðinum í Kvinnuhúsinum.