21 ára gamal føroyingur eigur og rekur Haraship í Danmark

Fyri hálvum triðja ári síðan stovnaði Gilli Haraldsen, sum er ættaður úr Sandavági, felagið Haraship. Í dag hevur felagið 7.000 fólk í einum databasa, ið tey kunnu bjóða út sum arbeiðsmegi ? í fyrsta lagi við atliti til sjóvinnu. - Eg byrjaði einsamallur, og tað vóru foreldrini hjá mær, sum hjálptu mær í gongd fíggjarliga. Tey veðhildu fyri meg, men tann peningurin er langt síðan goldin aftur, sigur ungi maðurin smílandi

Framtakshugur

Haraship er ein spennandi fyritøka í Fredrikshavn í Danmark, sum tann bert 21 ára gamli føroyingurin, Gilli Haraldsen, eigur.
Í 1989 fluttu foreldur hansara, Eiler Haraldsen, sum er úr Sandavági og Guðrið Haraldsen, sum er ættað úr Havn, niður til Hirtshals at búgva.
- Eg sleit mínar barnaskógvar í Sandavági, og tí føli eg meg sum sandaváging.
Gilli sigur, at familjan setti seg niður í Tornby, nær við Hirtshals, haðani pápin eitt nú hevur siglt sum stýrimaður við donskum nótabátum.
- Eg tók eina HTX-útbúgving og fór síðan á handilsskúla í eitt ár, sigur ungi sandavágingurin.

Stovnaði Haraship

Fyri hálvum triðja ári síðan stovnaði Gilli felagið, Haraship, sum hann í byrjanini rak heimanífrá.
- Eg byrjaði einsamallur, og tað vóru foreldrini hjá mær, sum hjálptu mær í gongd fíggjarliga. Tey veðhildu fyri meg, men tann peningurin er langt síðan goldin aftur, sigur hann smílandi.
Gilli vísir á, at hann brúkti allan peningin, sum hann í byrjanini lænti, til at marknaðarføra felagið við.
- Í lýsingum segði eg frá, at fiskimenn og sjófólk annars kundu venda sær til mín fyri at fáa kjans við skipi ? og samstundis vistu reiðaríir og skiparar, at tey eisini kundu venda sær til mín fyri at vita, um vit høvdu fólk tøk til leys størv. Soleiðis byrjaði hetta arbeiði, greiðir Gilli Haraldsen frá.
Skjótt fekk hann sær eisini heimasíðu, har reiðaríir,
skiparar og onnur kundu boða frá, at teimum vantaðu fólk, eins og sjófólk kundu boða frá, at tey vóru tøk.
- Skipanin er á leið hin sama í dag. Vit hitta hvønn einstakan persónliga sum søkir kjans, og vit kanna eftir, hvørjar kvalifikatiónir og royndir viðkomandi hevur. Vit kenna eisini reiðaríini og skipararnar og vita, hvat tey hava brúk fyri.
Gilli hevur ikki verið so lítið umrøddur í donskum bløðum í
Seinastuni, har hann eitt nú verður nevndur tann ungi "fredrikshavnarin".
Tann eina greinini, sum Sosialurin hevur fingið hendur á,
kallast: "21 årig komet indenfor maritim management". Í undirtekstinum til greinina stendur: "Ungt firma í Fredrikshavn på verdenskortet med søforhyring, maritimt arbejdsmiljø og maritim nyhedsformidling".
Í dag hevur Haraship skrivstovuhølir uppat havnini í Fredrikshavn og umframt Gilla, eru trý fólk í starvi hjá felagnum. Haraftrat hevur felagið seljarar, sum verða løntir við provisjón. Í hesum sambandi er serliga talan um AirSep-skipanina til vernd av umhvørvinum og sparingum í smyrjoljunýtslu í motorum.
Haraship er eisini við í altjóða netverki, sum hevur fleiri skrivstovur og umboðsfólk kring um í heiminum.

Ov ungur?

Sosialurin hitti Gilla, tá ið hann var heima í Føroyum í heyst, og tá segði hann, at felagið leitaði eftir eini føroyskari skrivstovukvinnu, sum ætlandi skal byrja á skrivstovuni fyrst í nýggja árinum.
Gilli eigur sum nevnt sjálvur Haraship, men við tað, at hann er so ungur og tí kann hava torført við at vinna sær álit í samráðingarstøðum, hevur hann sett 49 ára gamla, Niels Maindal, sum virkandi stjóra í felagnum.
- Niels hevur verið skipsmeklari og starvsfólkaleiðari í fleiri ár, sigur sandavágingurin.
Hann sigur, at Haraship í miðal fær eini 200 fólk umborð á donsk skip um árið.
- Reiðaríir og skiparar vilja hava dugnalig fólk umborð á skipini, og har tørvur er á tí, skipa vit eisini fyri skeiðum í samstarvi við eitt nú reiðaríir, arbeiðsávísingina og lokalar lærarakreftir við atliti til sjóvinnu.
Gilli sigur, at Haraship hevur tætt tilknýti til heimsumfatandi felagið, Ocean Wide, sum hevur høvuðssæti í Hálandi, men hevur skrivstovur um stóran part av heiminum.
- Hetta felag arbeiðir eisini við at bjóða út sjófólk og manningar. Tað var Ocean Wide, sum setti seg í samband við okkum fyri at koma inn á danska marknaðin. Burtur úr hesum spurdist ein samstarvsavtala, soleiðis at vit nú eisini eru "koblaðir" inn á databasan hjá teimum, sigur Gilli.

Crew Management

Í høvuðsheitum arbeiðir felagið á fýra økjum, har tann parturin, sum nevnist Crew Management, er hin størsti. Her hevur felagið 7.000 fólk í einum databasa, sum øll eru dugnalig á sínum øki innan sjóvinnu av ymiskum slagi. Reiðaríir og feløg kunnu antin velja síni fólk til leys størv ? ella leiga arbeiðsmegina frá felagnum. Talan kann bæði vera um einstøk størv, sum reiðaríir leita eftir ? ella heilar skipsmanningar. Haraship syrgir fyri, at reiðaríir fáa tað, tey leita eftir.
- Tey 7.000 fólkini, sum vit hava í databasanum, eru í einum sonevndum innara ringi og einum ytra ringi, harav tey mest áhugaverdu fólkini verða vald í innara ringin.
Gilli sigur, at Haraship syrgir fyri at hava eitt persónligt samband við øll, sum eru í innara ringinum, soleiðis at felagið kann tryggja sær, at hetta eru tey røttu fólkini við rætta førleikanum, sum verða send umborð á einstøku skipini.
- Hvørja ferð, ein maður fer í arbeiði úr innara ringinum, verður enn ein maður úr ytra ringinum boðsendur til samrøðu, sigur hann.
Gilli sigur, at tann parturin av felagnum, sum eitur Crew Management, ikki bert sendir fólk umborð á skip, men eisini á stovnar, feløg, virkir og undirvísingarstovnar.
- Eitt nú er Skiparaskúlin í Grønlandi ein av okkara føstu kundum, tá ið ræður um at útvega fólk við røttu førleikunum.
Hann vísir á, at Haraship soleiðis hevur sent fimm navigatørar og maskinmeistarar til Grønlands.

Technical Management

Í øðrum lagi er talan um Technical Management, sum fevnir um arbeiðsumhvørvi, vernd av heilsu og orkusparing.
- Her eru vit einaumboð í Skandinaviu av nýggjastu tøkniligu menningini innan umhvørvisábyrgd, tá ið ræður um skipsmotorar við atliti til dálking og orkusparing.
Gilli sigur, at skipanin, sum felagið umboðar, kann spara motoroljunýtsluna eini 30-50%, samstundis sum skipanin fyribyrgir, at eitrandi olju-og gassdampur kemur úr maskinrúminum.
- Tá ið ein motorur gongur við yvirtrýsti í krumptapshúsanum, fer gass út í maskinrúmið og haðani upp til apeteringina. Avleiðingin er, at heilsuvandin økist, og hetta gongur á ymiskan hátt út yvir manningarnar.
Hann sigur, at við at venda trýstinum í motorinum frá yvirtrýsti til undirtrýst, verða luftbornu olju-og sótbitlarnir verandi inni í motorinum, har gassið eisini verður brent, samstundis sum motorurin brennir minni smyrjolju.
- Ein frágreiðing, sum er gjørd á universiteti í Íslandi, staðfestir, at menn, sum dagliga starvast í maskinrúmi, hava høvuðspínu, bróstpínu, eru troyttir og doyggja oftari enn miðal av krabbameini.
Gilli sigur, at tað er eisini prógvað, at hesir tregar halda uppat hjá teimum flestu, um oljudampurin verður fingin burtur.
- Jú, meira ein motorur er slitin ? jú, meira dálkar hann, tí
trýstið í krumtapshúsanum verður størri, samstundis nýtslan av smyrjolju veksur. Oljan verður trýst upp og framvið stempulringunum til brennirúmið og fer haðani við útstoytsgassinum sum sót og oljubitlar.
Loysnin uppá hesar trupulleikar, sigur Gilli er sonevnda OilGasSep-skipanin, sum á ein einfaldan og lættan hátt kann byrgja uppfyri hesum trupulleikum.
- Ein onnur vøra, sum eisini er við í loysnini, er FuelMag, sum ger, at motorurin fær reina olju ? uttan mikrobur. Saman við OilGasSep-skipanini verður motorurin nú reinur, og reiðaríið sparir bæði motorolju og viðlíkahald, samstundis sum arbeiðsumhvørvið verður nógv betur. At enda er talan um Premaberg, sum førir fríska havluft niður í maskinrúmið og til apeteringina, sigur Gilli.
Ein íløga í OilGasSep, FuelMag og Premaberg kann vinnast innaftur eftir einum ári, samstundis sum arbeiðsumhvørvið verður betur, manningin verður frískari og hevur færri sjúkradagar.

Triðja beinið

Í triðja lagi hevur Haraship eina arbeiðsávísing, har langtíðararbeiðsleys og fólk, sum av ymiskum orsøkum hava trupult við at fáa arbeiði, kunnu fáa ráðgeving og eitt nú luttaka á skeiðum ? við tí endamáli at sleppa útaftur á arbeiðsmarknaðin.
- Hetta er ein altjóða arbeiðsávísing fyri eitt nú fiskimenn og sjófólk annars, har vit samstarva við arbeiðsávísingar, kommunur og arbeiðsloysiskassar. Hvør einstakar persónur í skipanini verður roknaður sum okkara egni starvsfelagi.
Gilli vísir á, at við sambondum, ráðgeving, skeiðvirksemi og ymiskum projektum, ráðgevur og mennir Haraship í samstarvi við Skagen Skipperskole og Martec hesi langtíðar arbeiðsleysu soleiðis, at tey ikki longur søkja um arbeiði, men harafturímóti bjóða út sín kunnleika og dugnaskap á arbeiðsmarknaðinum.
- Hava fólk aðrar trupulleikar, eitt nú eru orðblind, hava ringt sjálvsálit, eru óttafull ella fongd við misnýtslu, samstarva vit við sálarfrøðingar um støðuna, sigur hann.

Haraship News

Í fjórða og seinasta lagi fæst felagið eisini við kunning og tíðindi á internetinum, har felagið eitt nú hevur "Tær Bláu Síðurnar", sum er ein kunningar portalur á internetinum og "Søfarts Forum", sum er ein tíðindakelda og upplýsingarsíða hjá danskari og útlendskari sjóvinnu ? og at enda hevur felagið eisini "Fisker Forum".
- "Det Maretime Danmark", sum kann vitjast á www.detmaretimedanmark.dk, er stovnað sum eitt "vindeyga" fyri donsk virkir, sum leita eftir viðskiftafólkum í útlandinum. Á hesi síðuni kemst eisini inn á hinar nevndu adressurnar, sigur Gilli.
Haraship tekur eisini aktivt lut í menningini av arbeiðsplássum í Fredrikshavn við tilknýti til sjóvinnuna.
- Hetta er eitt fjølbroytt felag við dugnaligum starvsfólkum, sum hava stóran kunnleika til alt, sum hevur við sjógvin og sjóvinnu at gera, sigur 21 ára gamli, Gilli Haraldsen, at enda.