213 milliónir í yvirskot fyrra hálvár

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 1. hálvár 2014 var 398 milliónir fyri skatt og 213 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 274 milliónir og 252 milliónir 1. hálvár 2013.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 1. hálvár 2014 var 398 milliónir fyri skatt og 213 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 274 milliónir og 252 milliónir 1. hálvár 2013.

Hægri skattur er høvuðsorsøkin til lægra úrslitið eftir skatt. Alideildin hevur framvegis gott úrslit, og felagið vinnur nú aftur pening við framleiðsluni av liðugvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl, bæði tí marknaðurin hevur verið uppgangandi, og meira rávøra varð landað í Fuglafirði í øðrum ársfjórð-ingi.

– Annar ársfjórðingur royndist sera væl hjá okkum, og øll virkisøkini góvu yvirskot. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og sáttmálaprísirnir fyri okkara virðisøktu vørur eru nú á einum hægri støði enn nakrantíð áður. Laksaprísurin á spotmarknaðinum hevur tó verið fallandi orsaka av hægri útboði av laksi, men vit vinna pening við framleiðsluni av virðisøktum vørum. Hjá Havsbrún royndist ársfjórðingurin eisini væl, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost var 212 milliónir í mun til 169 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Eftir skatt var úrslitið 126 milliónir samanborið við 184 milliónir ífjør.

Bakkafrost seldi tilsamans 11.212 tons av laksi og setti 1,9 milliónir smolt út í øðrum ársfjórðingi 2014.

Úrslitið frá primerum rakstri í øðrum ársfjórðingi hjá alideildini var 160 milliónir krónur í mun til 200 milliónir í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til lækkingina er lækkandi laksaprísur – tøkan av laksi var nakað hægri í 2014.

Liðugvørudeildin hevði eitt yvirskot frá primerum rakstri áljóðandi 20 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi móti einum undirskoti á 42 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2013. Orsøkin til betraða úrslitið er hægri sáttmálaprísir og lægri rávøruprísir.

Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 51 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2014 í mun til 25 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin er, at felagið hevur fingið hendur á væl meira rávøru í ár, bæði at nýta til laksafóður og at selja uttanlands sum mjøl.

30. juni 2014 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 555 milliónir krónur í mun til 639 milliónir við ársenda 2013. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 738 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 53%.

Bakkafrost hevur um 640 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.