Fyriskipararnir úr Bragdinum vóru ovfarin, tá tað var greitt, hvussu stórur áhugin var, nú felagið á fyrsta sinni skipaði fyri kvinnurenning.
Kvinnurenning hevur verið vanligt í londunum kring okkum í fleiri ár, men hetta er so fyrsta ferðin, at skipað verður fyri slíkari renning her í Føroyum. Talan er einamest um eina sonevnda motións-renning, men hóast heiðursmerki ikki verða latin, so bar sjálvandi til hjá luttakarunum at fáa tíðir sínar at vita.
Skjótasta kvinnan á mál var annars Valborg Heinesen. Henni næst var Sunnevá Bjarnastein, og á trijða plássinum var Ann Thomsen.
Øll úrslitini eru tøk á heimasíðuni hjá Bragdinum.