22 deyð í illveðri

Illveður í landspartinum Andhra Pradesh har suðuri í India hevur kravt í minsta lagi 22 mannalív, og nógv máttu rýma frá húsi og heimi.

Myndugleikarnir siga, at einar hundrað bygdir standa undir vatni, og at umleið 60.000 fólk eru flutt av láglendinum til skýli, sum myndugleikarnir hava útvegað teimum.

Sagt verður, at í Andhra Pradesh og grannalandspartinum Tamil Nadu er ein stórur partur av grøðini farin fyri skeyti av tí nógva vatninum.