22. juli 2011

Kl. 15.25
Ein 950 kilo tung bumba brestur í einum VW Crafter uttan fyri stjórnarbygningarnar í miðbýnum í Oslo. Átta fólk doyggja, og 98 verða løstað.

Kl. 16.50
Anders Behring Breivik kemur til ferjuleguna til Utøya.

Kl 17.17
Breivik fer upp á land á Utøya, har hann skjýtur eftir fólki, sum eru á AUF-ráðstevnu. 69 fólk doyggja, og 60 verða særd.

Kl. 17.25
Ein løgreglumaður í Oslo fær at vita frá dóttir síni, sum er á Utøya, at onkur skjýtur.

Kl. 17.52
Teir fyrstu løgreglumenninir koma til økið, men teir finna ongan hóskandi bát at fara til Utøya við.

Kl. 18.15
Vápnaðir løgreglumenn fara út til Utøya í einum gummibáti.

Kl. 18.25
Løgreglumenninir fara upp á land á Utøya.

Kl. 18.34
Løgreglumenninir handtaka Anders Behring Breivik.

_________________________________________________________________