22. juli-bøkur lítlan áhuga

Síðani tann 22. juli í fjør eru meiri enn 30 bøkur komnar út í Noregi um yvirgangsatsóknirnar tann dagin ella ymiskt, sum hevur tilknýti til hendingarnar í Oslo og á Utøya.

Men áhugin fyri bókunum um hetta evnið er ikki stórur í Noregi. Espen Konglervoll, sum er leiðari í einum bókhandli í Bergen, sigur við kringvarpið NRK, at tey selja væl fleiri bøkur um seinna heimsbardaga enn 22. juli-bøkur.

Hann heldur, at fólk hava fingið nóg mikið um málið í fjølmiðlunum, og at tey hava ikki fyri neyðini at lesa meiri um tað.

Tann fyrsta bókin um hendingarnar tann 22. juli kom út ein góðan mánað seinni. Síðani eru 31 komnar afturat. Bara tann seinasta mánaðin eru fýra komnar út.