22 skótar í Suðuroy

Undirtøkan fyri nýggja skótaliðnum í Suðuroy er góð

Suðringar hava nú fingið sítt egna skótalið. Her fyri var kunnandi fundur í skúlanum í Hvalba, og í gjár var so fyrsti patruljufundurin hjá Skótaliði Einar Suðrings. 

Suðuroyarportalurin skrivar, at áhugin var stórur, og 22 børn møttu til fyrsta fundin.

- Enn eru vit ikki koma til at øll hava fingið búnar og annað, men tað fer at koma í næstum siga fyriskipararnir.

Í gjár byrjaðu tey við at patruljurnar fingu navn og annað, næstuferð er ætlanin at hava meira praktiska frálæru, skrivar Suðuroyarportalurin.