Talið á arbeiðsleysum dønum veksur støðugt. Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at í triðja ársfjórðingi løgdust 11.000 fólk afturat listanum við arbeiðsleysum. Sostatt vóru 224.000 fólk arbeiðsleys tann 1. oktober, og tað svarar til 7,8 prosent av arbeiðsmegini.
Hagtølini vísa, at tað eru serliga tey yngru, sum hava ilt við at fáa nakað at gera. Av teimum, sum eru millum 15 og 24 ár, eru 15,2 prosent arbeiðsleys, og av teimum 25 til 34 ára gomlu hava 9,1 prosent einki arbeiði.
Talan er um vøkstur í báðum aldursbólkunum, ávikavist 0,5 og 1,5 prosent samanborið við triðja ársfjórðing í fjør.