23 doyðu í Kairo

Á midnátt í gjárkvøldið lýstu myndugleikarnir í Egyptalandi útigongubann í mibýnum í Kairo, eftir at ógvusligir samanbrestir millum kristin mótmælisfólk og løgregluna í gjár og í gjárkvøldið høvdu kravt 23 mannalív. 174 fólk fingu skaða.

Myndugleikarnir siga, at hetta er tann ringasti ófriðurin í landinum síðani mótmælini, sum noyddu Hosni Mubarak, forseta frá í februar.

Ófriðurin í gjár byrjaði, tá koptisk kristin mótmæltu, at ein kirkja har suðuri í landinum bleiv oyðiløgd fyri átta døgum síðani. Mótmælisfólk kastaðu grót og annað eftir løgregluni, og eldur varð settur á fleiri bilar. Ófriðurin byrjaði í útjaðaranum á býnum, men breiddi seg inn á Tahir-torgið í miðbýnum.