Í 3. deild eru fýra feløg umboðað, sum ikki hava møguleika at flyta upp. Tey eru B36, GÍ, HB og KÍ, og hjá hesum liðunum er uppgávan at halda tørn um plássið og kanska vinna heiðursmerki. Manningin á hesum liðunum er sjálvsagt ikki tann besta, tí teir, sum eru betri fyri og gera meir við tað, eru at finna í 2. og 1. deild.
Hjá B71, VB, ÍF, B68 og FS Vágum eru tað teir næstbestu, sum spæla í 3. deild, meðan tað bara er hjá Skála, at teir bestu spælararnir eru í 3. deild.
Eftir førimuni fara vit aftur í ár at siga eitt sindur um dystirnar. Tað gera vit, tí hjálpin, sum vit fáa til tað frá heimildarfólkum, er sera holl.
ÍF-KÍ 8-3
Tað var týðuligt, at klaksvíkingarnir, sum hvør fyri seg hava hampuliga góð fótbóltsevni, als ikki vóru samanspældir, og onkrir teirra høvdu ikki verið á vøllinum fyrr í ár. ÍF fekk hol á í 1. minutti, og so skoraðu teir aftur í 9., 14., 19. og 23. minutti.
Í 2. hálvleiki fekk KÍ meira skil á, og tá teir á heimaliðnum tóku sær meiri av løttum og hugsaðu um at koma á málskjúttaralistan, so gjørdist munurin ikki tann, sum hann hevði sæð út til at blivið.
B36-HB 2-2
Einki at reypa um, siga teir úr Gundadali um spælið. Tað gekk javnt á, men sum í 1. deild, so vístu HB-ararnir seg eisini her at vera betri til at finna meskarnar.
B36 minkaði um munin tíðliga í 2. hálvleiki, men HB vardi leiðsluna til í evstu løtu. Tá smekkaði Regin Didriksen eitt langskot í málið. Tað var so vakurt, at rættast hevði verið at stappa tað út, siga teir í B36?
Á HB-liðnum vóru onkrir sandoyingar, m.a. Hans Meinhard Midjord, sum skoraði annað málið.
B71-VB 1-1
Óruddiligt spæl og nógvir spælarar, sum ikki vóru í venjing, verður sagt. Men kanska spæla teir seg í form næstu vikurnar! Tað komu bara tvey mál, og tey vórðu bæði gjørt fyrsta korterið.
Niclas Ludvig legði VB framum beinleiðis upp á fríspark, og ungi og evnaríki Sverrir Kjærbo javnaði lítla løtu seinni.
FS Vágar-GÍ 3-1
Gøtumenn høvdu fleiri kend andlit, sum uttan at ganga nøkrum ov nær, hava sæð sínar bestu dagar í fótbólti, t.d. Anton Skoradal, Tummas Magnussen og Erland Tvørfoss. Hesir báðir síðstu høvdu ivaleyst verið í 1. deildarhópinum, um teir høvdu gjørt nakað við tað, men tað hava teir ikki havt umstøður til ? higartil í hvussu er.
Robert Bernhardson rann tíðliga frá eitt sindur tungu gøtuverjuni, og tíggju minuttir seinni økti Eyðfinn Fjalsbak upp á brotsspark. Gøtumenn minkaðu við brotssparki, sum varð dømt fyri hands, men miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti 16 ára gamli Tór-Ingar Akselson sigurin.
Tað var nógvur vindur og tískil lítið skil á spælinum.
Skála-B68 2-0
Sambært skipanini skuldi dysturin vera á Toftum, men talan var um eina prentvillu, tí hin dysturin í skipanini stendur eisini til at vera á Toftum.
Skála hevur fyri tað mesta blaðungar menn á liðnum, og so eru onkrir veteranar uppií, t.d. Agnar Højgaard, sum er komin aftur til heimbygdina at spæla fótbólt.
Á B68-liðnum vóru so kend nøvn sum Aksel Højgaard, Kjartan Nesá, Edmund Jacobsen og Jákup Djurhuus.
Fyrra málið kom miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir uppspæl í vinstru og innlegg. Seinna málið kom stutt fyri leiklok, eftir at B68 leingi hevði trýst, og Skála eisini hevði havt fleiri møguleikar eftir snarálop. Kajsten Rasmussen kom púra leysur, men í staðin fyri at skjóta trillaði hann upp á tvørs til Paula Hansen.