234 mál upp á eitt korter

Lionel Messi gjørdist í gjár samlaður met málskjútti fyri FC Barcelona, tá hann skoraði trý mál í 5-3 sigrinum á Granada. Cesar Rodriguez hevði metið við 232 málum, men nú hevur argentinski bóltsnillingurin yvirhálað hann. Undir greinini ber til at síggja øll 234 málini hjá Lionel Messi fyri FC Barcelona uppá eitt korter.

 

Tað eru sjey ár síðani, at Lionel Messi skoraði sítt fyrsta mál fyri FC Barcelona í einum Champions League dysti móti Panathinaikos. Í gjár skoraði 24-ára gamli bóltsnillingurin so mál nummar 232, 233 og 234 fyri Barcelona, sum er tað einasta felagið, ið hann hevur umboðað vaksmannafótbólti.

 

Lionel Messi økti til 2-0 í heimadystinum móti Grananda í gjár, eftir at Xavi hevði lagt heimaliðið á odda tíðliga í dystinum. Síðani javnaði Granda við tveimum málum tíðliga í seinna hálvleiki. Tá mest stóð á, so traðkaði bóltsnillingurin til fyri 233. ferð tá hann lyfti bóltin upp um málverjan og tók samstundis metið sum tann leikarin, ið hevur skotið flest mál fyri FC Barcelona. Móti endanum av dystinum skoraði hann aftur. Fyri kortum skoraði Lionel Messi sum tann fysti fimm mál í einum Champions League dysti, síðani kappingin fekk nýtt heitið fyrst í 90’inum.

 

FC Barcelona er fimm stig aftanfyri Real Madrid í La Liga og hevur spælt ein dyst fleiri enn Real Madrid, sum er í dysti í kvøld móti Villareal.

 

Undir greinini ber til at síggja øll 234 málini hjá Lionel Messi upp á eitt korter.