236 tons á Fiskamarknaðinum

Góð 235 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í dag. Mest var av toski, 95 tons, og toskur II fór fyri 17,26 krónur í meðal, toskur III fyri 15,48, og meðalprísurin á toski III var 12,18 krónur fyri kilo. 18 tons vóru av hýsu, men prísurin var lágur. Meðalprísurin á hýsu II var 10,94 krónur.

15 tons av kongafiski fóru fyri 10,32 krónur í meðal fyri kilo, og fyri svartkalva lótu keypararnir í meðal 27 krónur. Nakrir trolbátar seldu havtasku, og fyri hana fingu teir 23 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 236 tonsini, sum vóru á uppboðnum, fóru fyri 3,5 milliónir krónur.