TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við 100-málsskjúttan, Klæmint Olsen hjá NSÍ, sum bara higartil í ár hevur skotið 11 mál í sjey dystum.
Klæmint valdi at feira tað við einari serligari troyggju, men hann leggur tó dent á, at hann gongur ikki líka høgt uppí met, sum onnur. Hann er framherji, og tað er hansara uppgáva at skjóta mál.
Klæmint er bert 24 ára gamal, nú hann rundar tey 100 málini í bestu føroysku fótbóltsdeildini.