Yvir 900 fólk druknaðu, tá ein bátur fullur av flóttafólkum koppaði miðskeiðis millum Libya og italsku oynna Lampedusa. Eini 950 flóttafólk vóru umborð.
Mánamorgunin hevur italska løgreglan handtikið 24 mans, undir illgruna fyri at standa aftanfyri sorgarleikin.
200.000 flóttafólk í Libya bíða eftir møguleikanum at sleppa tvørtur um Miðjarahavið. Ferðaseðlarnar hava tey keypt frá hjartaleysum mannasmuglarum. Hesir fylla gamlar og vánaligar bátar við flóttafólki og senda tey út á Miðjarahavið. Nógv teirra vinna ongantíð upp á land aftur.
Handtøkurnar eru framdar í Sicilia, Roma og í Milano, skrivar VG.
Les meiri um sorgarleikin í Sosialinum í kvøld.