Seinnapartin klokkan 16.15 skal norska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla HM finalu ímóti Niðurlondum í Boxen í Herning. Talan verður um 24. heiðursmerki til norsku hondbóltskvinnurnar, síðani tær vunnu HM-bronsu í HM endaspælinum í 1986, sum var avgreitt í Niðurlondum. Tá var talan um fyrsta heiðursmerki nakrantíð hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Noreg hevur vunnið 10 gullheiðursmerki higartil. Tær vunnu olympiskt gull í 2008 og í 2012. Tær vunnu HM gull í 1999 og í 2011, og tær hava vunnið EM gull í 1998, 2004, 2006, 2008, 2010, og í 2014.
Noreg vann olympiskt silvur í 1988 og í 1992, og olympiska bronsu í 2000. Noreg vann HM silvur í 1997, 2001 og í 2007. Noreg vann HM bronsu í 1986, 1993 og í 2009. Noreg vann EM silvur í 1996, 2002, og í 2012. Noreg vann EM bronsu í 1994.
Noreg er favorittur at vinna á Niðurlondum í HM finaluni, men Niðurlond, sum aldrin hava verið í einari HM finalu áður hava einki at tapa, og alt at vinna, so tað kann blíva javnari enn mongu norsku hondbóltsfjeppararnir ynska sær.
Danske Spil hevur odds 1,52 uppá norskan sigur. Oddsini uppá niðurlendskan sigur er 3,30. Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð er 8,80.