Av teimum tilsamans 30 kommununum í landinum, hava nú tær 24 fingið góðkent sínar spillivatnsætlanir, sum merkir at ætlanir teirra lúka ásetingarnar í kunngerðini um spillivatn. Tað vil siga, at ætlanirnar leggja upp til, at kommunurnar hava eina lidna spillivatnsskipan í seinasta lagi 1. januar 2015.
Spillivatnsætlanirnr skulu fevna um spillivatn frá øllum húsarhaldum, virkjum og virksemi í kommununi og staðfesta at spillivatnið eftir reinsing verður leitt gjøgnum lokaða skipan beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti.
Umframt tær 24 kommunurnar, sum hava fingið sínar spillivatnsætlanir góðkendar, hava Klaksvíkar, Sands og Runavíkar kommuna ikki fingið sínar ætlanir góðkendar, tí hesar kommunur ikki siga fyrr enn í ávikavist 2020, 2025 og 2030 hava fingið viðurskiftini við spillivatninum í rættlag.
Í løtuni viðger Umhvørvisstovan spillivatnsætlanirnar hjá Vága og Sørvágs kommunum, og í báðum førum skulu nakrar broytingar gerast, áðrenn hesar báðar ætlanirnar kunnu góðkennast. Bara ein av teimum tilsamans 30 kommununum í landinum hevur enn ikki latið nakra ætlan inn til góðkenningar, og er tað Skopunar kommuna.