24 lond sleppa til EM í 2016

Tíðindastovan Reuters veit at siga frá Franz Beckenbauer, sum situr í ovastu leiðsluni í evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, at í 2016 og frameftir sleppa 24 lond at kvalifisera seg til EM-endaumfarið. 53 limalond eru í UEFA, og merkir hetta, at nærum helvtin av londunum fara at taka lut í EM-endaspølunum í framtíðini. Í dag fer UEFA eisini at kunngera, um Pólland og Ukraina sleppa at verða vertir fyri EM-endaspælinum í 2012, ella um UEFA noyðist at flyta endaumfarið til eitt annað limaland. Pólland og Ukraina hava ikki hildið tíðarætlanina fyri teir nýggju leikvøllirnar, sum krevjast til eitt EM-endaumfar. Undirstøðukervið í Póllandi og Ukraina er heldur ikki nøktandi, sambært UEFA.