Í dag hevur Føroya rættur viðgjørt 15 mál um brot á rúsevnislógina og í morgin standa níggju afturat á skrá.
Hetta er tó ikki ein ábending um, at fleiri rúsevni eru í umferð, men heldur, at lógin er broytt. Tá lógin um rúsandi evni bleiv broytt í 2014, bleiv eitt undantak strikað úr lógini.
Áðrenn stóð, at hóast revsiramman er upp til tvey ára fongsul, kundu slík mál avgreiðast sum politimál. Og júst hetta gjørdi, at tá talan var um sera smáar nøgdir, fingu fólk eina bót, sum tey sum oftast tóku við á staðnum.
Men tá lógin bleiv broytt, bleiv undantikið strikað úr lógini, so nú skulu øll rúsevnismál viðgerast sum rættarmál og tí mugu øll møta í rættinum.
Spurningurin um, hvørt hetta er rætt, hevur verið reistur í løgtingið, og tá svaraði fútin, umvegis løgmann, at tá nýggj rættargangslóg verður sett í gildi í Føroyum í næstum, fer skilmarkið millum politimál og statsadvokatmál at hvørva, so tá verður aftur gjørligt at avgreiða slík mál við bót.