24 rásir í Spania víst toskafilm

Í mars í ár var sera væleydnaða Toskakvøld hildið í Áarstovu í Havn. Hetta varð gjørt fyri at varpa ljós á óføra tilfeingið, sum vit eiga á Føroyabanka.

Tá skipað varð fyri hesum tiltaki, var eisini eitt spanskt filmslið við, sum gjørdi upptøkur og eina reportagu um Føroyabankatoskin og tiltakið annars.

Johan Mortensen, sum var ein av stigtakarunum til tiltakið, sigur, at honum kunnugt er filmurin, sum spaniumenn tóku upp, sýndur á tilsamans 24 sponskum kommersiellum sjónvarpsrásum.

- Einki er at ivast í, at hetta kann brúkast positivt fyri føroyskan fiskaútflutning til Spania, sigur hann.

Johan, sum saman við Hotel Føroyum skipaði fyri tiltakinum í Áarstovu, sigur, at avtala er gjørd við Havstovuna, soleiðis at tiltakið verður endurtikið seinast í mars mánað komandi ár.

- Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar í Áarstovu. Í mars í ár var fult hús trý kvøld á rað, har fólk tá sluppu at royna henda sera óføra toskin av Føroyabanka, sigur Johan Mortensen.