Kring allan heimin hava fólk sæð myndir av týska Airbus-flogfarinum, sum mundi dottið niður, tá tað fekk eina hvirlu undir lending í Hamburg seinasta vikuskiftið. Týska loftferðslueftirlitið segði aftaná, at tað var einum dugnaligum flogskipara fyri at takka, at flogfarið ikki datt niður. Nú er komið fram, at tað var tann 24 ára gamla Maxi J., sum var stýrimaður hendan dagin, og at tað var hon, sum sat við róðrið undir lendingini.