Rennarin Eliud Kipchoge úr Kenya var í morgun bert 24 sekund frá at renna eitt maraton undir tveir tímaar.
Tað hevur verið mett sum ógjørligt at klára at renna 42,195 kilomoetrar undir tveir tímar, men nú er nær við, at tað veruliga ber til.
Eliud Kipchoge rann maraton á Monza breytini í Italia í morgun, og hann setti nýtt heimsmet við tíðini 2 tímar og 24 sekund. Tað var tveir minuttir skjótari enn standandi heimsmetið, sum landsmaðurin Dennis Kipruto setti í 2014.
Tíðin, sum Kipchoge rann í morgun, verður ikki viðurkend av IAAS, sum er altjóða sersamband fyri frælsan ítrótt. Orsøkin er, at renningin á Monza ikki líkur neyðug krøv fyri at seta eitt heimsmet.
Serfrøðingar halda, at fyrstu ferð, at eitt maraton verður runnið undir tveir tímar, verður í 2041 ella seinni.
32 ára gamli Eliud Kipchoge, sum vann gull í maraton á olympisku leikunum í Rio de Janeiro í fjør, hevur ikki uppgivið at klára ógjørligu tíðina. Hann vónar, at hann næstu ferð megnar at renna maraton undir tveir tímar.