Ókeypisavísin, MetroXpress, savnar nú avmarkaða kapasitetin av blaðfólki við at lata 24 Timer aftur og satsa upp á MetroXpress.
Tað sigu miðlagranskarin, Mark Ørsten, lestrarleiðari fyri journalistik á Roskilde Universiteti.
Hvørt einstakt dagblað hevur lítið av upprunatilfari og fáar greinar. Tað endar við, at fáir journalistar eru tengdir at hvørjum blaði, hóast teir sita á sama stað. Tilfeingið verður spreitt tunt við at framleiða tvey dagbløð við so avmarkaðari redaktioellari styrki, sigur Mark Ørsten.
Hann dugir ikki at siga, hvussu nógv starvast á 24 Timer, men tað eru sambært miðlagranskaranum ikki mong.
Í vavi er blaðið vorðið tynri og tynri. Afturlatingin hongur bæði saman við tí, og so at lýsingarkrónurnar á ongan hátt eru tað, tær hava verið. Og lýsarar flýggja jú frá pappírinum yvir til aðrar miðlar, sigur Mark Ørsten.