Johan Dahl, løgtingsmaður
Vágur 10.09.2004
Taka vit flakavinnuna á landi, so skapti hendan í fjør ein virðirsvøkstur pr. kilo, av tí sum hon framleiddi uppá uml. 6,00 krónur.
Hyggja vit so eftir, hvussu nógvur fiskur bleiv seldur beinleiðis av landinum, so var nøgdin umleið 40.000 tons.
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi - hava vit sum samfelag ráð til at lata slíka nøgd fara millum fingrarnar á okkum?
Hava vit ráð til at lata ein virðisvøkstur, sum eigur at skapa arbeiði her heima fyri ca. 240 milliónir ella kanska meira frá okkum? Kunnu vit verða hann fyriuttan?
Hyggja vit at Íslandi, so hava hesir púra greiðar reglar fyri, hvussu teir fáa sum mest burturúr teirra tilfeingi.
Fer fiskur óvirkarður av landinum har, so verður hesin álagdur avgjøld og harvið gera keyparar og framleiðarir alt fyri at virðisøkja fiskin, áðrenn hann verður útfluttur.
Teir skapa harvið eisini stabilitet i vinnuni og harvið samfelagnum.
Í Føroyum hava vit stórt sæð ongi krøv ella lógir hesum viðvíkjandi
Eiga vit ikki at seta treytir við okkara rávørutilfeingi, soleiðis at tað skal verða selt yvir uppboðssølu í Føroyum, góðska og støddarskilt, har allir - føroyingar og útlendingar, kunnu bjóða á líka fóti?
Við ørðum orðum, vit krita banan upp - spæla á heimavølli og bjóða útiliðnum at spæla móti okkum her á líka fóti.
So kann ein spyrja seg sjálvan _ hvat so við kappingini - verður hon ikki avlagað við at vit selja allan okkara fisk sum verður veiddur í føroyskum økið yvir føroyska uppboðssølu?
Sjálvur meti eg ikki, at vit harvið koma at avlaga kappingina, men heldur hinvegin veruliga koma at hava fría kapping har allir bjóða her heima á líka føti, men vit seta dagskránna - tað sum kemur at skilja eigur alt annað líka ikki at vera annað enn flutningskostnaðurin til meginlandið.
Tey gjøld sum verða kravd herheima fyri kassaleigu, skiljing, pakking osfr. mugu so sjálvandi verða á einum kappingarførum støði.
Ein NON PROFIT (sum ikki gevur avlop) uppboðssøla sum t. d. fiskimenn, keyparar og seljarar eiga, eigur møguliga at verða stovnað at taka sær av allari søluni.
ES avtalan frá 2001
Vit mugu eisini hava í huga, at vit hava undirskrivað ein veterinæravtalu við ES í 2001, har vit hava bundið okkum til, at allur fiskur skal lýsast til sølu, góðskumettur og støddarskildur.
Kemur bara ein klaga til ES um, at vit ikki halda okkum til undirskrivaðar avtalur á hesum øki, so kunnu vit vænta at fáa ein yvir nakkan, sum so kann verða til óbótaligan skaða fyri okkum sum framleiðaraland til hendan marknað.
Framtíðar keyp og søla má endurskoðast
Hetta evnið - keyp, søla og framleiðsla av fiski í Føroyum av føroyska landgrunninum, hevur alstóran samfelagsligan týdning og eiga vit sum politikkarar at hava rygg til at taka hesi málini upp til viðgerðar straks og fremja neyðugar tillaginar í skipanini, tí við verandi gongd so fer virksemið hjá flakavinnuni á landi áhaldandi at minka, og tað kann ongin av okkum livað við.
Skipanin er ikki nøktandi sum er.
o Vit mugu viðgera plussir og minussir við skipanini í verandi líki.
o Vit eiga at viðgera spurningum um úrslitið av gongdini ikki kemur at føra við sær eina vertikala integratión, har skip og virkir aftur verða tengd at hvørjum ørðum og hvør (hvørji økir í landinum) um so verður kemur at verða við sviðið so.
o Vit eiga at hyggja at hvussu vit fáa tillaga eina nýggja skipan fyri keyp og sølu av fiski í Føroyum
o Hvør skal t.d. verða seljarin, um fiskurin verður fluttur óvirkaður av landinum - skal tað verða loyvishavarin ella annar seljari?
o Vit eiga at gera eina tillagingartíð fyri at fáa møguligu broytingarnar at virka sum tær skulu .
o Vit eiga at gera karmar soleiðis, at vinnan hevur stabilitet og verður at líta á hjá teimum sum keypa.
o Tað eiga at verða gjørdar reglar fyri, hvussu eisini arðir skipabólkar kunnu gagna samfelagnum í mest møguligan mun, t. d hvussu hjáveiðan hjá uppisjóarflotanum eigur at koma til høldar
o Hvussu fáa vit best møguligt virðisøkt og gagnnýtt t. d. svartkjaftin framyvir, - fóður til laks og síl? Surimi?Fars? heilfryst?
Nevnd kundu verið fleiri ting, men eg meti, at tað er neyðugt at fáa debatt um hetta evnið og hareftir framt neyðugar broytingar skjótast møguligt, tí tað eru kanska enn størri upphæddir enn tær 240 milliónirnar, sum fara millum fingrarnar á okkum, uttan at vit geva okkum nóg nógv far um tað.