248 fólk deyð í 76 ár

Talið á deyðum í ferðsluni er nógv minkað seinastu árini. Føroyar eru nú komna ájavnt við Danmark og í hølunum á Noreg og Svøríki sum saman við Bretlandi hava frægastu ferðsluviðurskifti í heiminum

Tað eru 82 ár liðin síðan fyrsti bilurin kom til Føroya. Fyrsta ferðsluvanlukkan, ið kravdi mannalív, hendi í 1928, og higartil hava 248 fólk látið lív í ferðsluni her á landi.
Hildið verður álítandi, at fyri hvønn tann, sum doyr í ferðsluni, verða 25 fólk skadd, og av teimum fáa 10% varandi mein. Samsvarandi hesum hava tí o.u. 6200 fólk fingið skaða í ferðsluni, og av teimum hava 620 fingið varandi mein.
Í 1950 - 1960-árunum doyðu 4-5 fólk í miðal um árið í Føroyum fyri hvørji 100.000 fólk.
Í árunum 1970 - 1979 veksur hetta talið til 13, frá 1980 - 1989 til 20, og í árunum 1990 - 2001 minkar tað so niður í 10 deyð fyri hvørji 100.000 fólk.
Seinnapartin í 80-árunum, tá ið ringast stóð til, doyðu 23 fólk fyri hvørji 100.000 fólk í ferðsluni í Føroyum.
Sammett við onnur lond, vóru Føroyar tá millum tey ringast staddu lond í Evropa á hesum øki, tí bara Portugal og Grikkaland høvdu hægri tøl, enn vit tá høvdu.
Í 90-árunum lækkaði talið niður um helvtina, og tey seinastu fýra árini er miðaltalið farið niður um 4 deyð um árið ella 6,9 fyri hvørji 100.000.
Henda positiva gongd hevur borið við sær, at nú eru Føroyar komnar ájavnt við Danmark, og eru annars í hølunum á Noregi og Svøríki, sum, saman við Bretlandi, hava frægastu ferðsluviðurskifti í heiminum, nevnliga 6-7 deyð fyri hvørji 100.000 fólk.

Kelda: »Ávegis til Nullhugsjónina«
Ferðslutrygd