248 føroyingar fingu krabbamein í fjør

Annars liggur talið á fleiri sløgum av krabbameini, rættiliga støðugt

Í fjør fingu 248 føroyingar staðfest krabbamein.

Tað eru eitt vet fleiri enn í 2012, tá ið 234 føroyingar fingu staðfest krabbamein.

 

Tað er krabbameinsskráseting Føroya á Landssjúkrahúsinum, sum hevur gjørt uppgerðina.

 

Men Krabbameinfelagið vísir á, at talan er ikki um tey heilt endaligu úrslitini og tey skulu sostatt takast við ávísum fyrivarni.

 

Krabbameinsfelagið staðfestir, at hjá kvinnum er bróstkrabbi vanligasta slagi av krabbameini og í fjør fingu 25 kvinnur staðfest krabbamein.

 

Hetta slagið av krabbameini, tykist sostatt at liggja rættiliga støðugt, tí  hesi seinastu sjey árini eru ímillum 20 og 25 tilburðir staðfestir um árið.

 

Les eisini: Føroyingar seta met í krabbameini í húðini


Lungnakrabbi telist eisini ímillum tey vanligastu sløgini av krabbameini.  Í fjør fingu 14 føroyingar lungnakrabba og tað er, sum tað plagar at vera, tí hesi seinastu árini hevur talið ligið ímillum 10 og 15 tilburðir av lungnakrabba um árið.

 

Annars hevur talið á føroyingum, sum hava fingið staðfest krabbamein um árið, verið hetta:

 

1995: 196

1996: 209

1997: 175

1998: 171

1999: 207

2000: 168

2001: 162

2002: 191

2003: 195

2004: 215

2005: 230

2006: 207

2007: 229

2008: 219

2009: 237

2010: 235

2011: 205

2012: 234

2013: 248

 

Í Krabbameinsfelagnum staðfestir Jancy Gaardlykke, at tað ber ikki til at taka nakrar ávísar niðurstøður um gongdina í Føroyum á krabbameinsøkinum.

 

- Føroyar eru eitt lítið land og tølini eru smá, og tískil kunnu nátúrligu sveiggini verða stór frá ári til ár, siga tey í Krabbameinsfelagnum.

 

Tí ber ikki til at siga hvønn veg rákið gongur, fyrrenn vit hava nógv ár at samanbera við.

 

Men hon leggur afturat, at partvís er fólkatalið hækkað og samstundis verða vit alsamt eldri, so  tað er eisini væntandi, at talið á tilburðum við krabbameini fer at veksa, uttan at nakað ávíst skal leggjast í tað.