Í dag, 9 novembur, eru 25 ár liðin síðani Berlinmúrurin fall, og í skrivandi løtu verða lýsandi ballónir sendar upp hvørt sekund, framvið har sum múrurin stóð. Hetta er ein partur av stóra hátíðarhaldinum, ið ferð fram í Berlin júst nú.
Hesin dagurin fyllir nógv í minninum hjá fólkið, ikki bert úti í heimi, men eisini heima í Føroyum. Tey flestu, ið livdu tann dagin múrurin fall, minnast júst hvar tey vóru, tá ið tey hoyrdi hesi tíðindi.
Ein av teimum mongu, ið hava sett merki í hendan dagin, er Steintór Rasmussen úr Klaksvík. Á vangamynd hansara á facebook, lýsir hann kenslurnar hann situr eftir við soleiðis:
- Her heima standa varðarnir, harúti brotna garðarnir, skal heimurin nú broytast, skulu eg og tú?!
Tað vóru dreymar um nýggjar tíðir í Europa, sum vit vaknaðu upp til ein hósmorgun fyri júst 25 árum síðani. Ein frælsur og sameindur heimur! Eg var komin heim frá telving í Næstved hetta kvøldið. Um eg hevði vunnið ella tapt í talvi hevði ongan týdning, tí stórsigurin í Berlin vann á øllum (...)
Men av heimssøguni og okkara avmarkaða foldarlívi læra vit, at eginkærleiki, pengar og valdsnýtsla halda sterka fólkaviljanum um rættvísi, frið og javnað í skák.
9. november er ein fagnaðardagur, men veruligt fólkaræði tykist at hava ein sera tungan og syrgiligan burð um allan heimin.
Tað er mangur leikur í longum talvi. Eisini hjá mannaættini. Tað er langur vegur á mál. 25 ár síðani Berlinmururin fall og so nógvir vakrir dreymar og vónbrot.