Fyri stuttum giftist Farzana Iqbal einum manni, sum familja hennara ikki vildi góðtaka. Tað endaði við, at familjan meldaði mannin fyri at hava burturflutt hana, hóast Farzana vissaði familjuna um, at hon var farin til mannin av egnum vilja.
Nú skuldi hægstirættur í Lahore so taka støðu til, hvat var tann rætta søgan. Sjálv stóð Farzana uttan fyri dómhúsið, og sum hon stóð har og bíðaði eftir úrskurðinum, komu fleiri menn yvir til hennara og fóru at steina hana.
Pápi hennara, tveir brøður og eitt systkinabarn hennara vóru millum teirra, sum steinaðu hana, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP vóru millum 28 og 30 menn við í illgerðini.
Farzina Iqbal var meiri deyð enn livandi, tá hon kom á eitt sjúkrahús, og hon doyði stutt eftir av løstunum, sum hon hevði fingið. Sambært AFP var hon við barn.
Allir gerningsmenninir uttan pápi hennara sluppu til rýmingar, áðrenn løgreglan kom á staðið uttan fyri dómhúsið. Hann greiddi løgregluni frá, at málið var "ein spurningur um æru".
-Hon mátti lata lív, tí hon hevði gift seg við tí manninum, sum hon var góð við, sigur løgreglutænastumaðurin Umer Chema við fronsku tíðindastovuna.
Onga revsing
Mannarættindafelagsskapurin Aurat Foundation vil vera við, at "spurningurin um æru" kostar umleið 1.000 pakistanskum kvinnum lívið á hvørjum ári.
Í flestu flestu førum er tað familjan hjá kvinnuni, sum stendur aftanfyri, og í øðrum førum fær hon onkrar aðrar menn at fremja drápið. Pakistanska lógin er soleiðis háttað, at familjan hjá kvinnuni kann fyrigeva drápsmonnunum, og tað ger, at teir kunnu ikki revsast.