25 prosent meira til Kringvarpið

Í Mentamálaráðnum arbeiða tey við eini ætlan um at taka rættin til at senda lýsingar frá Kringvarpinum. Samstundis er ætlanin, at kringvarpsgjaldið skal verða undantikið MVG.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø í samrøðu við Sosialin – www.sos.fo.

 

Hetta merkir, at Kringvarpið missir lýsingarinntøkurnar, men samstundis at stovnurin fær 25 prosent meira inn í kringvarpsgjaldi, tí so fær Kringvarpið eisini tey 25 prosentini, sum annars fara í landskassan.

 

Í ólavsøkufrágreiðingini segði løgmaður, at »til tess at tryggja Kringvaprinum ein effektivan rakstur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka, verður fíggjarliga grundarlagið endurskoðað«.

 

Orsøkin til hesi orð løgmans er tað arbeiðið, sum er í gongd í Mentamálaráðnum.

 

Privatu miðlarnir eru sera misnøgdir við ta kappingaravlaging, sum er, tá almenna Kringvarpið eisini selur lýsingar í stórari kapping við privatu miðlarnar.

 

Søla av bløðum, bókum og tíðarritum er frammaundan frítikin mvg.