Í dag eru 25 ár liðin, síðan Timothy McVeigh og Terry Nichols framdu eitt av størstu yvirgangsálopunum í USA.
Tað var klokkan níggju um morgunin 19. apríl í 1995, at ein bumba sprongdist uttan fyri Alfred P. Murrah bygninginum í Oklahoma City og kravdi í minsta lagi 168 mannalív. Í minsta lagi 680 fólk aftrat fingu løstir av brestinum.
McVeigh og Nichols høvdu í felag fyrireikað eina ovurstóra løðing í einum bili, ið McVeigh setti uttan fyri bygningin, og bresturin var so ógvisligur, at ein góður triðingur av bygninginum rapaði.
Timothy McVeigh, sum var veteranur frá golfkrígnum, var høgravíðgongdur og var tilhangari av militsrørslum yvirhøvur. McVeigh var ónøgdur við viðferðina, ið fleiri militsir høvdu fingið frá amerikanska samveldinum, teirra millum løgregluálopið á adventistasamkomuna í Waco í Texas tvey ár frammanundan.
Fram til 11. september álopini var bumban í Oklahoma City tann ógvilsligasta yvirgangsatsóknin, ið USA hevði verið úti fyri.
Timothy McVeigh fekk deyðarevsing fyri atsóknina og varð tikin av lívi við gift 11. juni í 2001.
Terry Nichols varð dømdur at sita restina av lívinum í fongsli.