25 ár síðani CHM-kappingina í Føroyum

Í dag eru 25 ár síðani, at CHM-kappingin í hondbólti var sett í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Føroyar gjørdust nummar seks av teimum tíggju luttakandi tjóðunum.

Mong eru tey, sum minnast aftur á tiltiknu CHM-kappingina í hondbólti, sum var í Føroyum á vetri í 1980. Í dag eru júst 25 ár síðani, at kappingin var sett.

Stinnir føroyingar
Føroyska liðið stóð seg væl í kappingini. Teir vóru í bólki saman við Noreg, Eysturríki, Luksembourg og Italia. Fyrsti dysturin var móti Italia, og tá taptu okkara menn við einum máli, 24-23.
Bert tann eini sigurin fekst til høldar í bólkaspælinum, og var hann á Luksembourg, sum noyddist at leggja rygg til eitt 17-21 tap fyri føroyingum. Hóast bert tann eina sigurin, so eydnaðist tað føroyingunum at gerast nummar trý av teimum fimm liðunum í bólkinum, tí at bólkurin var so javnur.
Tískil vóru okkara menn í dysti við portugisar um fimta og sættaplássi í kappingini, og her vunnu portugisar greitt 34-25. Sostatt endaði føroyska liðið sum nummar seks av teimum tíggju luttakandi tjóðunum, og tað kann ikki sigast at verða annað enn stak gott.

Sterkar tjóðir
Millum tær tjóðir, ið tóku lut í CHM í 1980 í Føroyum, vóru eitt nú Noreg og Frakland. Hetta eru tjóðir, sum í dag eru millum tær fremstu í hondbóltsheiminum. Bæði Noreg og Frakland eru við til HM-endaspælið í manshondbólti, sum í hesum døgum er í afrikanska landinum Tunis.
Fraklendingar hava harumframt verið heimsmeistarar fleiri ferðir seinnu árini, so teir hava ment seg nógv hesi seinastu 25 árini, kann sigast.

Kári gjørdist toppskjútti
Umframt góða úrslitið sum nummar seks í kappingini vunnu føroyingar eisini ein annan heiður. Navnframi vestmenningurin Kári Mortensen gjørdist nevnliga toppskjútti í kappingini við 47 málum í teimum fimm dystunum, og fyri hetta bragd fekk hann ein grindaknív í gávu.
Kári var tá ein ungur maður, men hóast 25 ár eru fráliðin, so er tað ikki fyrr enn nú, at hann er givin sum spælari í bestu deildini her heima.