Ein kirkjuklokka í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev ringdi 25 ferðir í nátt til minnis um tey 25 árini, sum eru liðin síðani vanlukkuna á Tjernobyl-kjarnoekuverkinum í 1986. Klokkan 23 minuttir eftir midnátt byrjaði guðstænasta, tí tað var tá, kjarnorkuverkið sprongdist.
Vanlukkan fekk sera álvarssamar avleiðingar fyri alt økið kring Tjernobyl, sum er í trýhyrninginum millum Ukraina, Russland og Hvítarussland. Tað er framvegis bannað at búseta seg nærhendis vanlukkustaðnum, og tí eru fleiri oydnir býir har.
Alment kravdi Tjernobyl-vanlukkan 31 mannalív. Tað vóru menn, sum sovjetsku myndugleikarnir sendu inn á verkið fyri at vita, um tað bar til at steðga vanlukkuni.