Tað er óalmindiliga lítið álvara í fundinum, so vítt eg dugi at hoyra, so er tað serliga hjá teimum yngru fólkunum, hvussu man kann spenna bein fyri ein annan, og sjálvdan hevur tað nakað upp á seg. Oftast fáa tey klagurnar aftur í høvdið við ongum beskeð.?Tí er tað í eg ofta tonki um tað ikki hevði verið vert at minka tingmannatali niður í einar 25 tinglimir og sum helst skuldu ligið um pensiónsaldur, tá vóru fólk sum høvdu lívsroyndir, sum høvdu fari meira hóvliga fram og høvdu kunna fingið okkurt á skaftið.?Tey kanska høvdu funnið uppá okkurt sum kundi skaffað arbeiðspláss, tað skuldi ikki verið skeivt, um landið skapaði rammurnar. Tað er løgið at arbeiðsfólkið verður ikki tikið upp á tunguna. Ein verðsins skúladepilskal byggjast í Havn, tá verður stutt at renna út í Tinganes at biðja um stuðul og verða tey eisini væl mannaði at biðja um nógvan stuðul.?Tunnil vilja tit ikki byggja til Sandoynna, so má setast av til nýtt ferðamannaskip, og tað má blíva eitt væl størri skip, tí Teistin er alt ov lítil, og so aftur at byggja út í Skopun, so skipið sleppur inn har.?Men eitt gott er álíkavæl, sum væl verður lagt til merkis, og tað er at brúka Sandoynna til alistøð hjá fótbóltsspælaranum, tí hvørja ferð tað bragdar við góðum spælara, so eru pengamenn norðanfjørðs eftir honum. Eg veit ikki, hvussu tað er við skrivifrælsi, tí man fær ongantíð at vita, hvat í verður goldið fyri hvønn spælara.