Tórshavnar Býráð læt í gjárkvøldið tilsamans 250.000 í stuðuli til ymsar umhvørvisvinarligar verkætlanir.
Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá býráðnum, staðfesti, at í ár verður stuðulin latin seks verkætlanum, sum eru ógvuliga fjølbroyttar og ymiskar.
Hetta er sjeyndu ferð, umhvørvisstuðulin verður latin í Tórshavnar kommunu.
Játtanin er 250.000 krónur um árið og sostatt hevur kommunan latið tilsamans 1,75 millión krónur til ymsar umhvørvisvinarligar verkætlanir.
Upphæddirnar hava verið sera ymiskar frá nøkrum fáum túsund krónum, upp í 150.000 krónur.
Hvør á sín hátt hava allar verkætlanirnar havt til endamáls at gera okkum meira tilvitað um reint umhvørvi og at fara væl um náttúruna.
Stuðulin hevur verið latin til tiltøk fyri børn, til feløg og til einstaklingar. Verkætlanir, sum hava fingið stuðul, hava fevnt víða, bæði á landi, undir jørð, í luftini og undir vatnskorpuni.
Elin Lindenskov sigur, at filmurin undir vatnskorpuni á Havnarvág, sum vit oftani síggja í sjónvarpinum, er ein av verkætlanunum, sum hava fingið umhvørvisstuðul.
Faldarar um náttúruna í Havn, sum lýsa sera væl vøkstur ymsastaðni í býnum, er eisini eitt úrslit av umhvørvisstuðlinum.
Í ár verður umhvørvisstuðulin latin hesum seks verkætlanunum:
Náttúruskúli, har Høgni Joensen, skúlastjóri, og Skúlin við Løgmannabreyt, fáa 50.000 krónur.
Orkustevnan LeGutt Management v/Ólavi Guttesen, fær 20.000 krónur.
Sjósniglar og annað smákykt ein invertebrat verkætlan, har Bjørki Geyti og Føroya Sjósavn fáa 20.000 krónur.
Deilibil í Tórshavn har felagið, Occasio, v/Drós Ólavsstovu, fær 40.000 krónur.
Kornvelting í Hoyvík, har Randi Meitil og Føroya Studentaskúli og HF-skeið, fáa 20.000 krónur.
Vindmyllan í Nólsoy, har Bjarti Thomsen og Nólsoyar Orkufelag fáa 100.000 krónur.
Frá vinstru eru tey á myndini: Bjarti Thomsen, Høgni Joensen, Randi Meitil, Drós í Ólavsstovu og Bjørki Geyti.