250 evropear deyðir av kulda

Í minsta lagii 250 fólk eru deyð av kulda í Evropa teir seinastu dagarnar. Ringast er í Ukraina, har 122 dólk eru deyð. Sambært týsku tíðindastovuni DPA frysti tað meiri enn 30 stig í Ukraina seinastu nátt, og tað kostaði 21 fólkum lívið.

Í Póllandi hevur kuldin kravt 45 mannalív, og í Rumenia siga myndugleikarnir, at teir hava fingið boð um 28 fólk, sum eru deyð av tí nógva kuldanum. Í kekkiska høvuðsstaðnum Prag stríðast umleið 4.000 heimleys við at halda hitanum, og ta seinastu vikuna eru minsta lagi fýra deyð.

Kuldin hevur eisini gjørt kravt mannalív í Serbia, Italia, Slovakia, Eysturríki, Grikkalandi, Fraklandi og í Baltalondum.

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, ásannaði í dag, at russiska gassfelagið Gazprom hevur skert gassveitingina til Týsklands, Eysturríkis, Italia og onnur lond eitt sindur, tí russar hava brúk fyri meiri gassi sjálvir, nú tað er so kalt.