26 børn byrja í Skúlaspíranum

Hetta er nakað minni enn undanfarin ár, har miðaltalið av næmingum hevur ligið um 30.

26 børn vórðu innskrivað til Skúlaspíran – forskúlan í Eysturkommunu – til komandi skúlaár 2015/2016.

 

Innskriving var í Leirvíkar skúla, har børnini møttu saman við foreldrum og avvarðandi.

 

- 26 børn er nakað minni enn undanfarin ár, har miðaltalið av næmingum hevur verið umleið 30 í hvørjum árgangi.

 

Eysturkommuna vísir á, at nýggi flokkurin av børnum er 6. árgangur í forskúlanum í Eysturkommunu, síðan Skúlaspírin byrjaði í 2010.

 

Børnini byrja í skúlanum eftir summarfrítíðina.