Í gjár vóru 106 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
1688 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 469 smittað og tvey eru innløgd við koronu í Føroyum.
Hetta er ein munandi øking í mun til í gjár, tá bara fýra vóru staðfest smittað. Men tá vóru bara 324 fólk kannað.
Men tað er kortini smittutrýstið, sum er áhugavert. Í gjár var tað 1,22 prosent, meðan tað í dag er heilt uppi á 6,24 prosent, sum er nógv meira enn tað hevur verið seinastu dagarnar. Í miðal seinastu 12 dagarnar hevur smittutrýstið verið 2,6 prosent.