Um midnáttarleitið setti flogfarið hjá Atlantsflog seg við 26 av manningini á Skálabergi, sum hevur ligið í Murmansk í skjótt fýra vikur.
- Hetta var drúgt, søgdu ungu menninir, sum komu aftur um midnáttarleitið við Portalin.
Nógv fólk vóru og tóku ímóti sjómonnunum, sum hava verið afturhildnir í Murmansk, síðan Skálaberg varð tikin. Konur, børn, pápar og mammur vóru týðuliga rørd, tá ið tey sóu sínar kæru aftur. Millum tey, sum tóku ímóti á flogvøllinum var formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard.
Rættarmálið móti skipinum verður hósdagin ? júst ein mánað eftir, at skipið varð tikið av russisku myndugleikunum. Skipið er ákært fyri ikki at hava øll loyvini í lagi, og ákærumyndugleikin krevur millum annað, at hald verður lagt á bæði veiðu og skipið sjálvt.
Skipið er selt og skal handast nýggju japansku eigarunum týsdagin.