26 studentar deyðir í álopi

Í minsta lagi 26 studentar doyðu í einum álopi á ein lærdan háskúla í býnum Mubi í landnyrðingspartinum av Nigeria í dag. Men tað er ógreitt, hvør framdi álopið.

Tann islamistiski yvirgangsfelagsskapurin Boko Harem hevur fyrr søkt at studentum í hesum partinum av landinum, men ein talsmaður fyri nigerisku myndugleikarnar sigur, at talan kann hava verið um bardaga millum politiskar bólkar á lærda háskúlanum.

Sambært arabisku sjónvarpsstøðini al Jazeera hava eygnavitni greitt frá, at nakrir vápnaðir menn fóru inn í skúlan og skutu eftir fólki. Sjónvarpsstøðin sigur seg hava fingið at vita, at minst 25 lógu eftirá, og at tey flestu vóru studentar.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at seinasta vikuskiftið vóru trygdardeildir á lærda háskúlanum í Mubi, har teir funnu fleiri vápn. Sum skilst vórðu nakrir studentar tilnir.