26 tons fyri 347.000 krónur

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var 13,28 krónur fyri kilo.

MARKNAÐUR

Fiskamarknaður Føroya seldi í dag 26,1 tons av fiski fyri tilsamans 347.600 krónur.
Eini 17 tons vóru av toski. Mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 13,48 krónur fyri kilo. Næst mest var av toski 3, og her var miðalprísurin 17,03.
Góð 7 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 11,59 krónur fyri kilo. Miðalprísurin á hýsu 3 var 10,98.
Bert smávegis nøgdir vóru av øðrum fiskasløgum enn toski og hýsu. Nøkur fá hundrað kilo vóru av brosmu og longu, har bestu miðalprísirnir vóru ávikavist 7 og slakar 12 kónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í dag 13,28.