- Eg ætli ikki at lata meg lumpa einaferð afturat.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður úr Fólkaflokkinum, er so misnøgdur við framferðina hjá partakvinnuni, Anniku Olsen, at hann nú beinleiðis hóttir við at rýma úr samgonguni undan henni.
Tað er tann tiltikna og illa umstrídda grein 266-b í revsilógini, sum spøkir aftur.
Vegna samgonguna hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera fleiri broytingar í revsilógini og í hesum sambandi skal eisini onkur broyting gerast í grein 266.
Jógvan á Lakjuni, sum eisini er limur í samgonguni, er so misnøgdur við framferðina hjá partakvinnuni, at bakkar hon ikki, hevur hann givið henni knívin á barkan og hóttir við at rýma úr samgonguni.
Bað hana lata vera
Hann sigur, at trupulleikin er, at er ikki nóg væl kunnaður um málið.
- Vit fingu ikki høvi til at síggja málið, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið og eg bað landsstýriskvinnuna bíða við málinum, til vit øll vóru kunnað.
- Men hon lurtaði ikki eftir og legði tað fyri Løgtingið kortini og tað irriterar meg, segði hann.
Tað var ikki fyrrenn eftir at málið varð framlagt, at kunnandi fundur var fyri tingfólkið um broytingarnar
Undir ongum umstøðum
Hann sigur, at í fyrstu syftu er tað greinin 266-b, sum hann stúrir fyri.
Í grein 266-b er ætlanin at skoyta upp í, at revsingin skal herðast, tá ið mismunur verður gjørdur á fólki sum liður í propagandavirksemi.
- Eg veit ikki, hvat hetta merkir. Eg veit ikki um ein prædikumaður, ið tosar ímóti samkyndum, kemur undir hesa ásetingina.
Jógvan á Lakjuni sigur, at møguliga eru aðrar staðfestingar í lógini, sum Annika Olsen hevur lagt fyri Løgtingið, sum hann ikki kann taka undir við.
- Men tað veit eg ikki beint nú, tí eg havi ikki havt høvi at kanna málið út í æsir, sigur løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Tað, sum serliga leypir órógv á Jógvan á Lakjuni, er kortini tað, at hann veit ikki, hvussu atkvøðast skal í málinum.
- Summir løgfrøðingar siga, at atkvøðast skal fyri allari lógini, sum hon er. Er tað støðan, skulu vit atkvøða um alla lógina og sostatt koma vit eisini at atkvøða fyri allari grein 266-b, sum elvdi til so djúpa gjógv í Løgtinginum fyri nøkrum fáum árum síðani.
Og tað vil Jógvan á Lakjuni undir ongum umstøðum verða við til.
- Eg vil undir ongum umstøðum koma í ta støðu, at eg skal atkvøða fyri grein 266-b í revsilógini.
Ikki lumpast einferð afturat
Tí hevur hann kravt, at Annika Olsen tekur málið aftur.
- Tað verður ikki við mær í samgongu, at Løgtingið viðgerð og samtykkir hetta uppskotið, sum tað nú fyriliggur.
- Tí skal Annika Olsen taka uppskotið aftur, so at vit fáa viðgjørt tað í samgonguni og so at vit kunnu leggja gera tær broytingar, sum vit eru samd um.
Hann vil ikki góðtaka, at málið kemur til viðgerar, tí so veit ongin, hvat tað kann enda við.
- Eg lati meg ikki lumpa einaferð afturat. Eg læt meg lumpa fyrru ferð grein 266-b var til viðgerar í Løgtinginum. Tá vóru ongi útlit fyri í fyrstuni, at tað fór at verða samtykt. Men sum øllum kunnugt bleiv tað samtykt.
Og tað varð enntá við mær í samgonguni og tað skal ikki endurtaka seg, staðfestir løgtingsmaðurin.
Tí geri hann púra greitt, at verður uppskotið ikki aftur, fer hann úr samgonguni og tekur allan stuðulin til samgonguna aftur.
Hann leggur afturat, at løgtingið kann viðgera og samtykkja, tað, sum tingið vil. Tingið kann eisini viðgera og samtykkja hetta málið.
- Tað verður bara ikki við mær í samgonguni og kann eg ikki vera í samgonguni í hesum máli, kann eg heldur ikki vera við í samgonguni í nøkrum øðrum máli.
Les eisini greinina: Annika gevur Løgtinginum vælsignilsi til at kuta